- Vit hava gjørt nakrar avtalur í ólavsøkupakkanum og tað er óheppið fyri samgonguna, at einstakir politikarar nú leypa frá.
Tað staðfestir Jákup Mikkelsen, formaður fyri Fólkaflokkin á tingi.
Hann staðfestir, at flokkarnir áttu at verið væl kunnaðir um ólavsøkupakkan, eisini um ætlanirnar í pensjónini.
Hann sigur, at í Fólkaflokkinum hava tey lagt stóran dent á at kunna tinglimirnir fyri at tryggja, at flokkurin stóð aftanfyri semjuna.
Hvussu aðrir flokkar hava arbeitt, dugir hann ikki at siga, men í øllum førum kann staðfestast, at nú eru bæði politikarar úr Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum farnir at renna undan ólavsøkupakkanum.
Jákup Mikkelsen staðfestir, at tað hevur staðið nógv á fyri at finna ymsar semjur í ólavsøkupakkanum og tað eru summir partar av honum, sum smakka illa.
- Men tað endaði so við eini semju, eisini um pensjónir og tað semjuna stendur Fólkaflokkurin við.
- At tinglimir úr øðrum flokkum nú ikki vilja kennast við tær semjur, sum samgongan hevur gjørd í pakkanum, men spæla fríspæl, er ikki fremjandi fyri eitt politiskt samstarv.
- Tað er ov veikt, leggur hann afturat, tí tað er í andsøgn við tað, sum flokkur teirra hevur avtalað.
- Samgongan hevur gjørt nakrar politiskar avtalur og tað stendur Fólkaflokkurin við. Hóast vit hava sæð einstaklingar gera vart við seg, vita vit ikki annað enn at semjan enn er galdandi.
Kortini heldur hann, at samgongan eigur eisini at hava styrki til at broyta smálutir, verður tað neyðugt.
Tí gongur hann eisini út frá, at tey uppskot, sum landsstýrið fer at leggja fram, fáa undirtøku.
Les eisini greinina: Ikki gott fyri samgonguna