Ikki gott fyri brúkaran

- Tá ið vit hava ta áskoðan, at ein virkin kapping er til gagns fyri brúkaran, má tað øvugta eisini vera galdandi, nevniliga, at manglandi kapping er skaðilig fyri brúkaran.
Terji Sigurðsson á Kappingarráðnum heldur, at tað neyvan heppið fyri viðskiftafólkið, skuldi tað hent, at BankNordik verður einasti stóri banki í Føroyum.
Men júst tað er als ikki óhugsandi, skuldi tað hent, at Eik fer undir Finansiel Stabilitet og verður liðaður sundir og seldur aftur í bitum.
Hinvegin sigur hann, at vit hava reglar fyri samanleggingareftirlit.
Tað merkir, at tá ið fyritøkur av eini ávísari stødd leggja saman, kann samanleggingareftirlitið nokta at góðkenna samanleggingini, um mett verður, at hon fær óhepnar avleiðingar fyri kappingarstøðuna á marknaðinum.
Men tað er í øllum førum ikki til gagnligt fyri føroyska samfelagið, skuldi støðan í Eik enda við, at hann verður liðaður sundir, so at tað bara verður ein risastórur banki eftir í Føroyum, sum er nógv størri enn hinir báðir smáu peningastovnarnir.
- Verður føroyski fíggjarheimurin miðsavnaður um ein einsamallan, risastóran banka, kann verða til stóran skaða fyri ein stóran part av brúkarunum, leggur hann afturat.