Ikki gott at tapa ímóti einum skerdum H71-liði

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Inga Olsen, høvuðsvenjara hjá VÍF seta orð á tapið ímóti H71 í Vestmanna

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við Inga Olsen, høvuðsvenjara hjá VÌF. Samrøðan var gjørd beint aftaná, at VÍF hevði tapt 27-29 (11-15) ímóti H71 í Vestmanna fyrr í dag.

 

Ingi Olsen heldur tað verða alt annað enn gott, at VÍF tapir ímóti einum skerdum H71-liði. Hann dugir tó at rósa H71 fyri serliga álopsspælið har teir gjørdu tað framúr gott.

 

Ingi Olsen staðfestir, at hansara menn mugu reisa seg aftur. Tað er aftaná ein taptan dyst, at eitt lið skal prógva sítt virðið.

 

Í samrøðuni numu Tróndur Arge og Ingi Olsen eisini við serligu støðuna, har Hilmar Leon Jakobsen hjá H71 mátti av vøllinum, tí hann ikki stóð á dómaraseðilinum.