Ikki góður fótbóltsandi

Fótbóltsleikarar hava eina serliga ábyrgd sum fyrimyndir hjá børnum og ungum, og tískil harmar tað okkum almikið, at síggja tílíkt henda, sum í Gundadali í gjárkvøldið, sigur Finnbogi Arge, formaður í Havnar Bóltfelag.

Í kjalarvørrinum av fótbóltsdystinum í Gundadali í gjár, sum bleiv avblástur eftir at Hans Jørgen Djurhuus gav Poul Ingason ein upp á kjaftin og breyt nøsina á honum, hevur ávíst kjak stungið seg upp, um harðskap á fótbóltsvøllinum.

 

Les eisini Poul breyt nøsina

 

Finnbogi Arge, formaður í Havnar Bóltfelag, harmast um hendingina í gjár.

- Tílíkt skal ikki henda á einum fótbóltsvølli, men tíverri kemur tað fyri av og á. Tey flestu minnast, tá Zinedine Zidane skallaði Marco Materazzi í HM-finaluni í 2006 ella bitini hjá Luis Suarez. Tað, sum hendir í gjár, er so enn eitt dømi um, at spælarar missa tamarhald á sær sjálvum á fótbóltsvøllinum, og gera okkurt, teir annars ikki kundu droymt um at gjørt, sigur Finnbogi Arge.

 

- Í endamálsorðingini hjá HB stendur, at vit skulu virka fyri at geva ungdóminum góðar karmar og møguleikan at mennast kropsliga og sosialt gjøgnum fótbóltsspælið, og ein kann siga, at í gjárkvøldið fylgdi tað sosiala ikki heilt við, sigur hann.

 

Les eisini Sigfríður: Nú er nokk

 

Hann peikar á, at harðskapur av slíkum slag ikki hoyrir heima á einum fótbóltsvølli, og er als ikki í tráð við fótbóltsandan.

- FSF, limafeløgini, UEFA og FIFA leggja stóran dent á, at fótbólturin skal byggja vinarskap og sameina fólk, so hendingarnar í gjárkvøldið vóru als ikki í tráð við fótbóltsandan, sigur Finnbogi Arge.

 

Hann var sjálvur til staðar í Gundadali í gjár og eftir hansara tykki gjørdi dómarin, Ransin N. Djurhuus, rætt av, tá hann valdi at steðga dystinum.

- Inntil hesa hendingina, hevði spælið koyrt væl, men hendan hendingin fekk øði í menn og vandi var fyri, at tað hevði elvt til nógvar keðiligar støður, um dysturin helt á. Dómarin tók tí rætta avgerð, tá hann steðgaði dystinum.

 

Les eisini Poul Ingason: Eg skumpaði hann

 

Finnbogi Arge sigur, at enn er málið ikki viðgjørt í leiðsluni í Havnar Bóltfelag, men hann væntar ikki, at HB fer víðari við málinum.

- Fyrst og fremst má tað vera upp til avvarðandi felag, at taka sær av slíkum hendinum, og tað vænti eg, at Víkingur ger í hesum føri. Út frá tí eg sá í gjár, so er ikki grundarlag hjá okkum ella nøkrum øðrum at revsa Poul Ingason fyri nakað. Eg vænti ikki, at vit í HB fara víðari við málinum, hvørki til FSF ella løgregluna.