Ikki gjørt av at leypa á Iran

Tað hevur ljóðað fleiri ferðir í seinastuni, at ísraelska stjórnin hevur gjørt av at søkja at kjarnorkuútbúnaðinum í Iran, men ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur nú, at enn hevur stjórnin ikki tikið nakra avgerð um tað.

Netanyahu var í gjár í Washington og tosaði við Barack Obama, forseta, sum royndi at fáa ísraelska leiðaran at sleppa hugskotinum um at leypa á Iran. Obama gjørdi kortini greitt, at Ísrael fær fullan stuðul úr USA.

Tíðindastovurnar skriva, at hóast teir báðir tóktust vera samdir, benda nøkur orð hjá Netanyahu á, at Ísrael fer ikki at spyrja nakran, um tað kann leypa á Iran. Ísraelski forsætisráðharrin segði, at tann jødiski staturin má vera harri yvir egnari lagnu, sum hann tók til.

Á einum fundi við amerikanskar jødar segði Benjamin Netanyahu, at tað er einki, sum bendir á, at diplomatiskar royndir ella handilstiltøk hava nakra ávirkan á Iran.