- Ikki gera analsex til nakað natúrligt

Í dag hevur løgtingið havt eitt uppskot til fyrstu viðgerð, sum snýr seg um broyta straffilógina, tá ið umræður kynsligt brotsverk.

 

- Lógin er ætlað at verja tey, sum eru útsett fyri neyðtøku. Offur, ið verða neyðtikin analt skulu hava somu verju og brotsfólkini, sum gera tað, skulu hava eins harða revsing, sum var talan um tað vit kalla vanliga samlegu, segði løgmaður á tingsins røðarapalli.

 

Lógaruppskotið fekk tingfólk úr Fólkaflokkinum og Miðflokkinum úr stólinum.

 

- Hetta er at gera tað ónatúrliga til nakað natúrligt, sum hoyrir hjúnabandinum til. Og tað ber ikki til. Hvør er tað, sum hevur skrivað slíkt, og hvussu kann løgmaður góðtaka tað, spurdi Jenis Av Rana, sambært portal.fo.

 

 

Lógarbroytingin snýr seg um, at lýsa hvat er samlega og hvat, sambært straffilógini, er “onnur kynslig samvera”.

 

 

Í uppskotinum stendur, at broytingarnar í høvuðsheitinum snúgva seg um millum annað hesa orðing:

 

- Galdandi § 224 um annað kynsligt samband enn samlegu og galdandi § 225 um kynsligt samband við ein persón av sama kyni verða lagdar saman í eina áseting í § 225, sum viðvíkur øðrum kynsligum gerðum enn samlegu, og sum eru aðrar gerðir enn samlega uttan mun til, um tað er við hitt kynið ella sama kyn. Samstundis verður anal samlega partur av vanliga samlegu hugtakinum. 

 

 

Tað er seinasti setningur, sum fekk tinglimirnar Jenis av Rana, Bill Justinussen, Elsebeth Mersedes Gunleygsdóttir, Jógvan á Lakjuni og Jacob Vestergaard upp úr stólunum fyri at mótmæla, skrivar portalurin í dag.

 

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin vísti til eitt annað brot í lógaruppskotinum, sum var so grovt, at hann ikki vildi endurgeva tað fult út av røðarapallinum.

 

 

- Tað verður lagt til grund, at hugtakið “samlega” frameftir, sum nakað nýtt, eisini fevnir um anala samlegu, sum er heilt ella partvís innførsla av kynslimi í anus millum persónar av ymiskum kyni og millum persónar av sama kyni. Aðrar kynsligar gerðir bæði millum persónar av ymiskum kyni og persónar av sama kyni verða fevndar av § 225 í revsilógini, segði Jenis av Rana, sambært portalinum.

 

Uppskotið varð beint í Rættarnevndina.