Ikki gávuhýrur ? men ein rættur

Oddagrein

 

Føroyska arbeiðararørslan vann ein sigur afturat í Løgtiginum hesa vikuna, tá tingið samtykti, at tann tímalønti arbeiðarin nú fær sjúkradagpening frá fyrsta dagi. Tað merkir, at hann kann vera sjúkur, uttan at hann hevur ampa av, at hann missir tvær daglønir.


Í dag er tað ein sjálvfylgja, at tey tímaløntu fáa dagpening, tá tey eru sjúk. Men vit skulu bara 25 ár aftur í tíðina, tá landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum, Jákup Lindenskov, í hesum blað kunngjørdi, at hann arbeiddi við eini lóg um sjúkradagpening fyri tímalønt.


Lógin varð fyrireikað og skipanin varð sett í verk í 1979 við Steinbirni Lilaa sum leiðara, men tað var við tógvið bit og slit. Danska stjórnin skuldi gjalda sín part, tí vit høvdu framvegis endurgjaldsskipanina ? skipanin við blokkstuðli kom ikki fyrr enn í áttatiárunum ? og stjórnin vildi ikki, at fólk skuldu fáa endurgjald frá fyrsta sjúkradegi, uttan at arbeiðsgevararnir goldu ein part eins og í Danmark.


Men arbeiðsgevararnir vildu ikki hoyra talan um henda møguleikan, og tað nyttaði ikki landsstýrinum at seta hart á, tí Fólkaflokkurin var eisini í landsstýrinum. Úrslitið varð tí, at tímalønt fingu ikki sjúkradagpening teir báðar fyrstu dagarnar ? vit fingu tí teir báðar ?karensdagarnar?.


Í kreppuárunum fingu fastlønt heldur ikki løn teir báðar fyrstu sjúkradagarnarm, men tá kreppan var hasað av, og skotið varð upp at strika ?karensdagarnar?, skeyt Javnaðarflokkurin upp, at tímalønt eisini fingu endurgjald fyri fyrstu sjúkradagarnar, men hesum tóku landsstýrisflokkarnir ikki undir við av ávísum orsøkum.


Men nú er lógin broytt, og ein órættvísi er beindur av vegnum. Í einum sosialdemokratiskum vælferðarsamfelag er tað ikki annað enn ein rættur, at fólk fáa løn ella dagpening, tá tey eru sjúk. Tí kann ikki takast undir við, at Løgtingið var í gávuhýri týsdagin, sum Útvarpið málbar seg, tá tað boðaðifrá tíðindunum. Hetta er ein sjálvsagdur rættur í einum framkomnum samfelag! Í skrivandi løtu verða flagg vundirn á stong kring alt landið ? vit hava flaggdag og hátíðarhalda Merkið ? men latið fløggini í dag eisini veitra til heiðurs fyri hetta framsig hjá føroyska arbeiðaranum!