Ikki góð tíðindi í Vágum

1.DEILD: Við sigri á toppliðnum tók KÍ í kvøld bronsuplássið frá 07 Vestur

Tað var toppdystur í næstbestu fótbóltsdeildini í kvøld. Toppliðið Víkingur hevði í Sarpugerði vitjan av KÍ, sum kappast við 07 Vestur um bronsuplássið. Um 07 Vestur megnar at vinna í hvussu so er bronsukrónurnar, so fer liðið at flyta upp.

KÍ fór úr Gøtu við 2-0 sigri. Úrslitið ber við sær, at KÍ nú er á triðja plássi, og at 07 Vestur datt aftur á fjórða plássið. KÍ hevur 41 stig fyri 21 dystir, og 07 Vestur hevur 41 stig fyri 23 dystir. Málmunurin hjá KÍ er +25, og hjá 07 Vestur er málmunurin +17.

Tað vóru tveir veteranar, sum skoraðu KÍ málini íkvøld.

Kristoffur Jakobsen setti hol á, tá ið tað restaðu átta minuttir av fyrra hálvleiki. Av brotsteigarmarkinum sendi hann bóltin dygst inn við stólpanum aftanfyri Bárð á Reynatrøð í Víkingamálinum.

Kristoffur Jakobsen átti næstsíðsta fótin á, tá ið Hjalgrím Elttør miðskeiðis í seinna hálvleiki økti til 2-0.

Í KÍ málinum var fyrrverandi landsliðsmálverjin Jákup Mikkelsen, sum í síðsta mánað fylti 49. Tveir, sum plaga at vera á listanum hjá besta KÍ liðnum, vóru við íkvøld. Teir vóru Darius Lewis og Ólavur Niclasen.

Besta liðið hjá Víkingi skal spæla á Skála í annaðkvøld. Tríggir spælarar hjá Víkingi, sum viðhvørt plaga at vera á listnum hjá besta liðnum, vóru við íkvøld. Teir vóru Ingi Jonhardsson, Noah Mneney og Jákup Vatnhamar Olsen, sum er við at koma seg aftur, eftir at hann leingi hevur verið skaddur.