Ikki gásalivur

Politikararnir í enska býnum York ætla at banna matstovunum í býnum at bjóða fólki mat við gásalivur. Orsøkin er, at gæsnar, sum livurin er úr, verða tvingsilsfóðraðar, so tær skulu veksa skjótari. Hetta halda býráðspolitikararnir í York vera djórapíning, og tí ætla teir at banna matstovum og øðrum í býnum at selja mat, sum gásalivur er í. Líknandi forboð er galdandi í Kalifornia og í amerikanska býnum Chicago.