Kinna Poulsen, ummælari, hevur á listaportal.com ummæli av skaldsøguni "Ikki fyrr enn tá", sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur skrivað.
Ummælarin sigur m.a.:
Kanska er heilakrabbi tað minst poetiska, eg kann koma í tankar um. Hvussu skal tað so ganga, tá ein yrkjari fer at skriva eina skaldsøgu um ein mann, hvørs kona verður rakt av hesi ótespiligu sjúkuni? Einum heilasvulli, ið vaksur og breiðir sítt myrkur yvir húskið í skaldsøguni.
Perman við tí vemmiliga svarta og myrkareyða vøkstrinum við greinum, ið breiða seg í allar ættir, sær so óhugnalig út, at eg í sosialrealistiskari hospitalsræðslu havi skákað mær undan hvørja ferð eg havi borið eyga við hana, men tá eg í morgun ætlaði mær at kaga í bókina, ja so endaði eg við at lesa alla.
Vist er bókin syrgilig, men eins og sirmið í henni er gult av sól, glógvar hon av menniskjansligum innliti og tokka. IKKI FYRR ENN TÁ er ein autentisk og vøkur sjúkrasøga um deyða og miss, men hon er eisini søgan um hann, sum yvirlivir og skrivar søguna, skrivar Kinna Poulsen m.a. í ummæli sínum, sum kann lesast í fullari longd her: