Tóra við Keldu, lærari
-----
”Eitt barn, sum ber brek, er fyrst og fremst eitt barn og hevur, eins og øll onnur børn, viðføddar møguleikar at mennast og trívast, men tað hevur eisini onkra avmarkingar, eitt virkistarn annaðhvørt kropsliga ella sálarliga, stundum bæði, sum á onkran hátt ger lívið truplari at liva”. Soleiðis stendur at lesa í bókini “Brek í brennidepli”.
Vakurt er ynski um, at hetta barn mennist og trívist eins og onnur børn. Men tú býrt í einum landi, sum ongan samanhangandi brekpolitikk hevur, og á nógvum økjum er tað langt frá, at tey, sum bera brek, hava somu rættindi, sum tú. Átti hetta ikki, serliga í hesum javnrættinda tíðum, at fingið teg, meg og mong onnur, upp úr stólinum.
Umstøðurnar hjá fólki, sum bera brek, eru seinastu árini broyttar til tað betra og eigur m.a. MBF sín stóra leiklut í hesum og eisini í, at hugburðurin til fólk, ið bera brek, er broyttur. MBF hevur eisini í fleiri førum havt beinleiðis ávirkan á politiskar avgerðir t.d., tá ið ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, varð samtyktur á Føroya Løgtingi 13. mai 2009.
Nú sáttmálin hevur verið í gildið í næstan fimm ár, verður úr ST spurt, hvussu støðan er í dag. Skuggafrágreiðing, sum er eitt slag av eftirmeting, er síðani send ST. Hetta er eftirmeting av teimum økjum, har Føroya Landsstýrið ikki hevur tikið nøktandi stig til at yvirhalda ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.
Ert tú møguliga óvitandi um, at føroyska samfelagið t.d. ikki hevur ein brekpolitikk við serligum atliti til samanhang og samstarv ímillum sektorarnar, einki forboð ímóti mismuni orsakað av brekið í øllum sektorum í samfelagnum og eingin møguleiki fyri revsing, um kunngerðin um atkomu ikki verður fylgd – bara fyri at nevna nøkur punkt.
Føroya Landsstýrið hevur sent sína frágreiðing til ST, har víst verður á, hvussu Landsstýrið metir, at ST-sáttmálin fyri fólk, sum bera brek, verður hildin í Føroyum. Eftir tí, sum MBF hevur ummælt og mett um, hvussu Landsstýrið livir upp til tað, er ikki samsvar.
Sóknast verður nevniliga eftir, sum víst verður á í skuggafrágreiðingini, at Landsstýrinum verður álagt at gera eina ætlan fyri, hvussu ST-sáttmálin ítøkiliga skal setast í verk í føroyska samfelagnum, og at eitt aðalráð hevur ábyrgdina av at samskipa leiðsluna av hesum arbeiði.
Saman við teimum, har lívið gerst trupult at liva, eiga vit sum samfelag at standa saman. Stephen Hawking hevur sagt: “Eg havi klárað meg væl, hóast alt, tí eg havi fingið nógva hjálp frá teimum, eg havi verið saman við. Eg haldi, at fólk eru vanliga til reiðar at hjálpa, men tey áttu at verið eggjað at kenna virðið í at gera sær so stóran ómak í hjálpini sum gjørligt.”
Meir verður ikki kravt. Nokti at trúgva, at skrivað varð undir sáttmálan fyri at vera politiskt korrektur. Nei, við undirskriftini eigur at fylgja, at tey, sum bera brek, fáa ein samanhangandi brekpolitikk, har eingin fær framíhjárætt, men øll fáa sama rætt.