Í samrøðu við Børsen sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik, at talan ikki verður um fleiri uppkeyp.
- Hetta er ikki ein leið, ið vit ætla okkum framhaldandi at ganga. Vit hava nú eitt grundstøði, ið er nøktandi fyri at veita kundum okkara eina so góða tænastu, sum vit fegnir vilja. Herfrá skal vøksturin koma frá øktum kundaskara, sigur Janus Petersen.
Undan uppkeypinum av Amagerbanken í 2011, hevði BankNordik keypt eina røð av deildum frá Sparbank. Við hesum er BankNordik aktivur á bankamarknaðinum í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Danmark.
- Talan er um eina ætlan, ið var løgd longu afturi í 2005 at verða til staðar í hesum londunum. Sigur Janus Petersen.
Lagaliga løtan at keypa kom tó ikki, fyrr enn kreppan rakti.
- Í 2005 hildu vit ikki, at nakar upplagdur møguleiki var fyri okkum. Vit hugdu eftir nøkrum møguleikum, men antin vóru teir ov dýrir ella á aðrar mátar ónøktandi, so vit stovnaðu eina lítla deild í Keypmannahavn, sigur Janus Petersen.
Ikki fyrr enn í 2010 metti leiðslan, at tíðin var komin til at víðka gjøgnum uppkeyp.
Lítil váði
Bankin var framman undan vælrikin á einum føroyskum marknað, sum var vælkendur og kastaði pening av sær.
- Rekur tú eina fyritøku, ið gongur væl, er neyðugt at hava ambitiónir um at koma víðari og fáa fyritøkuna at vaksa. Og tað er hetta, vit hava gjørt, sigur Janus Petersen.
Tað hevði veirð lættari at verði verandi í Føroyum, men Danmark hevði verið øogvuliga lítið, um øll bara vildu ver har.
- Sambært Janus Petersen hevur hann allan vegin verið ógvuliga varin í sínum uppkeypum, og tí er bankin endaður við lutfalsliga nógvum privatkundum.
- Vit hava framt menningina við lufalsligum lítlum váða, og tí eru okkara útlán rættiliga spjadd. Í Danmark hava vit í størstan mun privatkundar og ídnaðaraktivitetir undir fimm milliónir krónur. Vit hava 130.000 kundar. Nú skulu vit hava fleiri ídnaðarfyritøkur, sigur Janus Petersen.
BankNordik hevur tó greiðar treytir til nýggjar kundar.
- Teir skulu standa sterkt innan teirra vinnugrein og hava víst evnir at skapa úrslit, sigur Janus Petersen í samrøðu við Børsen.










