Ikki fleiri tilburðir staðfestir av H1N1

Sambært nýggjastu tølunum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er eingin nýggjur tilburður av H1N1-beinkrími staðfestur seinastu fýra vikurnar. Mælt verður tó framvegis til, at fólk eru ansin og fylgja teimum tilmælum, sum givin eru í sambandi við beinkrímið, sigur Heilsumálaráðið.

Seinastu fýra vikurnar hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan kannað 18 persónar, men eingin teirra hevði Influensu A (H1N1). Hetta merkir tó neyvan, at farsóttin er farin at hæsa av og heilsumyndugleikar vænta, at ein nýggj bylgja av H1N1 tilburðum fer at taka seg upp á norðaru hálvkúlu seinni í heystið. Mælt verður tí til, at fólk framvegis eru ansin og fylgja teimum tilmælum, sum givin eru í sambandi við krímsjúkuna. Sí talvu.

Seinastu tíðindini úr Íslandi benda eisini á, at farsóttin kann taka seg upp aftur. Eftir eina tíð uttan stórvegis nýggjar tilburðir vóru umleið 170 staðfestir í farnu viku og 70 í vikuni fyri.