Ikki fleiri pedagogflokkar

- Eg veit, at stórur tørvur er á pedagogum, men eg vænti ikki, at fleiri pedagogflokkar verða tiknir inn í bræði, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður

Síðani 1992, tá ið Føroya Læraraskúli fór undir pedagogútbúgvingina, eru nógvir pedagogar ella námsfrøðingar klaktir út av Føroya Læraraskúla. Men tað nøktar kortini langt frá stóra tørvin á pedagogum, sum er alla staðni í Føroyum. Dagliga síggjast lýsingar í bløðunum, har lýst verður eftir pedagogum, men bert ein partur av hesum størvunum verður settur við útbúnum fólki. Av teimum 620 fólkunum, ið starvast á dagstovnum, døgnstovnum og serstovnum í Føroyum, hevur triðingurin ella 220 útbúgving sum pedagogur.

Seinastu trý árini hevur Føroya Lærarafelag tikið inn ein flokk við 24 næmingum um árið og ein flokkur við umleið sama tali á næmingum verður liðugur á hvørjum ári. Men hóast stjórin á Føroya Læraraskúla yvir fyri avvarðandi myndugleikum hevur gjørt vart við stóra tørvin á pedagogum og Pedagogfelagið somuleiðis hevur gjørt vart við støðuna, eru ikki útlit til, at fleiri pedagogflokkar verða tiknir inn í bræði.

- Eg veit, at stórur tørvur er á útbúnum pedagogum, men eg vænti ikki, at fleiri pedagogflokkar fara at verða tiknir inn. Tað er avmarkað, hvussu nógvur peningur er tøkur á fíggjarlógini. Øll hava ynski og øll vilja hava meiri, men vit mugu ansa eftir at seta ov nógv í gongd, tí tað kostar. Verða fleiri flokkar tiknir inn tað eina árið, stendur kravið við árið eftir, sigur Signar á Brúnni.

Á hvørjum ári søkja hópin av fólki um at sleppa undir pedagogútbúgvingina. Talið á umsøkjarum er nógvar ferðir størri enn skúlin megnar at taka inn. Umframt leita nógv sær til Danmarkar at fáa útbúgving. Á summum lærustovnum er eitt rættiliga fitt tal av føroyingum.