Í USA hevur rúmdarumsitingin NASA gjørt av, at fyribils verða ikki fleiri rúmdarferjur skotnar út í rúmdina Avgerðin er tikin, eftir at nøkur petti duttu av rúmdarferjuni Endeavour, tá hon bleiv skotin út fyrrakvøldið.
Kanningar hjá NASA hava víst, at talan var um nøkur petti av bjálvingini, sum er uttan á brennievnitangunum.
John Shannon hjá NASA sigur við tíðindastovuna AP, at tey stúra ikki fyri Endeavor og teimum sjey rúmdarfólkunum umborð á ferjuni, men at tað er neyðugt at fáa staðfest, hvat hendi, aðrenn tann næsta rúmdarferjan verður send avstað.









