Fótbóltsprát
Týskvøldið sóu vit fyri fyrstu ferð, Christian Høgna Jacobsen, leika á høgra bakverja á landsliðnum. Hann hevur leikt stóran part av kappingarárinum á høgra bakki í Vejle, men kortini hevur Henrik Larsen nýtt sum áleypara á landsliðnum.
Sjálvur dylir runavíkingurin ikki fyri, at hann heldur vil spæla longri frammi á vøllinum. ? Høgribakkur er ikki mítt favoritt pláss, men eg spæli har, eg verið settur at spæla, sigur Vejle-leikarin.
Vanligi høgri bakkur, Pól Thorsteinsson, er leikbannaður ímóti Íslandi, og tí má nýggjur bakverji finnast til tann dystin. Christian Høgni má metast at vera eitt av evnunum til Íslandsdystin, og hann vónar at fáa møguleikan.
- Nú Pól ikki verður við, fái eg møguliga møguleikan, og so má eg bara royna at gera mítt ítarsta, greiðir Christian Høgni Jacobsen frá.
Um avrikið á Tórsvølli, metti Vejle-leikarin vera á eini leið. ? Eg byrjaði illa, men spældi meg upp, og longur tað leið út í dystinum, betri og betri gekk tað, sigur Christian Høgni í stuttari viðmerking.