Jóan Símun Edmundsson hevur havt eitt hendingarík kappingarár, sum hevur bjóðað upp á eitt skifti til AB; ein niðurtúr við skaðum, ein tapta steypafinalu við HB, og so tríggjar framúr landsdystir, ið endaðu við søguliga sigrinum í Athen í Grikklandi, tá hann hann skoraði avgerandi málið.
Les eisini: Jóan Símun tilboð úr Íslandi
Nú vit eru ein dag frá jólaaftan, so hevur árið fingið enn eitt kapitul. 23 ára gamli toftamaðurin skiftir til Vejle BK í næstbestu deildini í Danmark. Partarnir hava gjørt ein tvey ára sáttmála.
- Eg kenni væl Vejle, av tí at eg var har og vandi við felagnum í januar í ár. Eg føli, at um eg skal hava best møguligu møguleikar fyri at útvikla meg sum spælara, so verið eg noyddur at fara av landinum og koma í eitt professionelt umhvørvi aftur, sigur Jóan Símun Edmundsson og vísir eisini á, at hann má úr trygga umhvørvinum í Føroyum fyri at møta fleiri avbjóðingum.
Ikki fair kritikkur
Fyrr í ár var Jóan Símun fyri kritikki. Tað eru tey, sum halda at avrikini ikki altíð standa mát við góðu evnini og so eru tað tey, sum hava eitt ringt eyga á landsliðið og fremsta mannin.
- Eg haldi ikki, at tit journalistar hava behandlað meg fair í 2014. Tað hevur eisini verið við til at givið mær eyka motivatión, tí at ongin skal koma til mín og siga, at eg ikki dugi at finna útav at spæla fótbólt, sigur Jóan Símun Edmundsson, sum eisini nevnir málið í Grikklandi, sum hevur givið honum eitt “boost” til at royna meir. Jóan Símun hevur eisini sett sær nøkur mál, men tey heldur hann fyri seg sjálvan.
Les eisini: Fleiri ivasamir í HB
- Eg havi sett mær nøkur greið mál fyri hvat eg ætli mær at fáa burturúr tíðini í Vejle, men tað er nakað sum eg haldi fyri meg sjálvan, sigur toftamaðurin, sum hevur verið ein umbiðin harri í føroyskum fótbólti og uttanfyri landoddarnar síðani sáttmálin gekk út við HB eftir kappingarlok.
- Ja, áhugi hevur heilt sikkurt verið til staðar ymsastaðni frá, men hetta hevur allatíðina verið tað sum tiltalaði meg mest, sigur Jóan Símun, ið hevur verið settur í samband við eitt nú Hobro í bestu donsku deildini.
Jóan Símun Edmundsson er annar landsliðsspælarin, sum innan stutta tíð hevur skift til næstbestu deildina í Danmark. Fyri kortum kundi Hallur Hansson eisini kunngerað fyri in.fo, at hann skiftir til Vendsyssel.
HB sigst í løtuni verða í samráðinum við feløg úr millum annað Danmark viðvíkjandi málverjanum, Teiti M. Gestsson. Tað kundi tí verið møguleiki fyri, at vit hava tríggjar nýggjar fultíðar fótbóltsspælarar innan stutta tíð í Føroyum.