Ikki endaliga liðugt fyrr enn í 2002

Hóast tað nú fer at nærkast til Marknagilsvegurin aftur verður latin upp, so er hann ikki liðugt umvældur. Verri enn so. Býarverkfrøðingurin væntar, at alt arbeiði við Marknagilsvegnum verður liðugt í 2002

? Eg rokni við, at arbeiðið við at gera Marknagilsvegin verður liðugt í ár 2002, tað sigur býarverkfrøðingurin Boði Haraldsson. Og eftir tað eigur vegurin út á Argir eisini at vera gjørdur.

Umstøðurnar í býnum eru sera ólagaligar í løtuni nú Marknagilsvegurin er kvettur av, men vegurin út á Argir er einki pettið frægari. Og tað er hann altíð. Har er nevniliga einki vegarbeiðið í gongd.

? Jú, tað er rætt. Vit fara at hyggja at tí strekkinum tá hetta er liðugt, sigur Boði Haraldson.


Ein stór uppgáva

Býarverkfrøðingurin vísir á, at tað er eitt sera stórt arbeiði, sum er farið í gongd, og at tað, orsakað av íløgupolitikkinum hjá býráðnum tekur sína tíð at fáa liðugt.

? Hesum mugu vit hava virðing fyri. Tekniska avgreiðsla fer avstað við einum sera stórum parti av íløgujáttanini hjá býráðnum, og tað ber illa til at hugsa sær, at okkara partur gerst størri. Tí verða arbeiðini gjørd í stigum, sigur Boði Haraldsson.

Tað arbeiðið, sum nú er í gongd, skal vera asfalterað áðrenn ein mánaði er farin, tí annars er tað ov seint. Tað vil siga, at Marknagilsvegurin verður latin upp aftur um ein mánað ella so. Næsta ár verður so farið undir annað byggistig av Marknagilsvegnum.


Ringvegurin

gerast liðugur

Marknagilsvegurin er ein partur av ringvegnum, sum skal gerast út á Argir. Ein stórur partur av hesum vegastrekkið er gjørdur. Tað, sum manglar er Marknagilsvegurin og so tann seinasti parturin úti við krikjugarðin við Velbastaðvegin.

? Hetta verður alt gjørt, men tað verður eitt sindur seinni, sigur Boði Haraldsson.

? Støðan hjá teimum, sum búgva, hava arbeiði ella hava børn, sum ganga í skúla á Argjum, er ótolandi, tí har er bara tann eini vegurin. Men tað er ætlanin at betra um hesi viðurskifti, men tað verður ikki rættiliga enn, sigur Boði Haraldsson.