Hóast løgtingið við galdandi fíggjarlóg samtykti, at privatir miðlar skulu stuðlast við tveimum milliónum krónum, so verður hetta nýbrotið í føroyskum politikki – altso at stuðla privatum miðlafyritøkum, nú jarðað endaliga.
Tí í eykajáttanarlóg, sum Kristina Háfoss hevur lagt fyri løgtingið, verða hesar tvær milliónir krónurnar nú tiknar aftur í landskassan at fylla hol við.
Í grundgevingini fyri at taka pengarnar aftur av fíggjarlógini sigur landsstýriskvinnan:
– Av tí at uppskotið um løgtingslóg um miðlastuðul ikki er samtykt, verður eingin stuðul veittur til privatu fjølmiðlarnar í 2015. Játtanin verður nýtt til at gera eykajáttanarumbønina útreiðsluneutrala.
Tað merkir, at játtanin til stuðul til privatar miðlar nú skal brúkast til at fylla út onnur hol á løgitngsfíggjarlógini.
Tað beint fyri summarsteðgin, at mentanarnevndin »súltaði« málið við ikki at koma aftur í tingið við lógini um, hvussu játtanin til privatar miðlar skuldi býtast. Tí kunnu pengarnar ikki býtast út.
Hesa lógina kundi løgtingið nú havt samtykt, men í staðin mælir fíggjarmálaráðfrúan til at brúka pengarnar til onnur endamál.