Útland
Hóast inntøkurnar vóru út við 80 milliónir og atgongumerkini vórðu seld eftir einum lítlum bili, so gav konsertin við Rolling Stones í Horsens ikki eitt oyra í yvirskoti, tá fyriskiparnir høvdu goldið allar lønir og aðrar útreiðslur. Hesi vóru boðini frá fyriskiparunum av konsertini til Børne Cancer Fonden. Fyri tíðindunum á donsku útvarpsrásini P3 vátta fyriskipararnir, at hetta er so.
Í Danmark eru reglurnar fyri mvg frítøku greiðar, skalt tú verða frítikin skal yvirskotið fara til vælgerandi endamál. Framtíðar fyriskipan av mentunartiltøkum verður ikki longur roknað, sum vælgerandi arbeiði, hetta eru fyrireikararnir sambært P3 sera ónøgdir við. Men loysnin varð tí at Børne Cancer Fonden varð valdur til vælgerandi endamál fyri Rolling Stones konsertini.
Formaðurin fyri Børne Cancer Fonden, Henrik Hertz sigur við tíðidini á P3, at hetta er sera skuffandi, tí felagsskapurin hevði væntað at fingið eina rættiliga fitta gávu, tá inntøkurnar vóru so høgar.
Lektor í leiðslufilspeki við handilsháskúlan í Keypmannahavn, Bent Meier Sørensen sigur við tíðindini á P3, at hetta er óetiskt:
- Man vil ikki gjalda mvg, tí man skipar fyri tiltakinum av mentunarligum ávum, men tað er merkisvert at roknskapurin vísur null, tá vælgerandi endamálið skal hava sín part, sigur hann.