Ikki eitt orð um nýggju kappingina

Men feløgini søgdu nei til uppskotið hjá FSF um at avtaka uppflytingardystirnar, eftir at feløgini, sum hava teirra besta lið í næstbestu deildini, høvdu givið til kennar, at tey vóru ímóti, at skipanin varð broytt

LANDSKAPPINGIN

 
Tað hevur ikki verið frítt, at eitt sindur av undran og kanska eisini misnøgd hevur verið at sæð við ætlanirnar og uppskotið hjá Fótbóltssambandinum um at víðka um landskappingina í bestu deildini úr 18 og upp í 27 umfør og harvið at fara undir landskappingina síðst í mars og at halda fram inntil síðst í oktober.
                      Málið var ikki á skránni á aðalfundinum leygardagin. Men tað vóru fleiri, sum út frá orðaskiftinum undan aðalfundinum høvdu roknað við, at málið fór at verða reist. Soleiðis var tað ikki. Tann einasti, sum nevndi broyttu kappingina í bestu deildini, var FSF formaðurin Óli Holm. Í munnligu frágreiðingini tók hann soleiðis til:
                      - Tað eru sjálvsagt ymiskar áskoðanir, um leisturin er tann rætti, um tíðin er búgvin, og um broytingin er nóg væl umhugsað, men vit mugu ? fyrr ella seinni ? taka eina støðu. Føroyskur fótbóltur hevur ment seg so mikið nógv seinast árini, at tað er trupult at síggja, hvussu vit koma longur ávegis, um vit ikki broyta grundleggjandi viðurskifti, segði FSF formaðurin og sipaði ivaleyst til øktu landskappingina.
                      Tað var møguleiki at gera viðmerkingar til formansfrágreiðingina og harvið til tað, sum varð sagt um broyttu landskappingina. Men eingin tók orðið í hesum sambandinum.
                      Tá ið tað snúði seg um steypakappingina, sum nú verður broytt frá bólkaumfari og til cup kapping frá fyrsta umfari, segði formaðurin soleiðis:
                      - At broyta steypakappingina tykist mest sum ein formalitetur, tí flest øll eru samd um, at fóru vit ikki aftur til cup skipanina, vildi áhugin fyri kappingini fánað burtur.
 
Tey næstbestu søgdu nei
FSF nevndin hevði skotið upp, at møguleikin hjá næstaftastu liðunum at flyta niður og hjá teimum næstbestu at flyta upp skuldi strikast. Skipanin við upp- og niðurflytingardystum hevur verið galdandi síðani í 1995, og FSF nevndin helt royndirnar vera, at tað bara hevur verið í hendinga førum, at liðið í lægru deildini hevur megnað at koppa liðnum úr ovaru deildini. Hetta saman við at nevndin helt tað hava verið torført at finna dystardagar var orsøkin til, at FSF nevndin bað feløgini samtykkja at strika skipanina.
                      Men hesum tóku feløgini ikki undir við. Serliga vóru tað feløgini, sum nú hava sítt besta lið í næstbestu deildini, og sum kunnu roknast at teljast millum teirra, ið fara at stríðast um uppflytingina, sum góvu til kennar, at tey vóru ímóti at broyta ásetingarnar.
                      AB, B68, FS Vágar og B71 talaðu ímóti uppskotinum, og tað endaði við, at FSF nevndin tók uppskotið aftur.