Ikki eitt eyga var turt

Guðrun Sólja Jacobsen av Tvøroyri legði Føroya land lamið fríggjakvøldið, tá hon vann stóru sang-kappingina Stjerne for en aften. Tað var tó ikki óvæntað, at hon fekk flest atkvøður frá hyggjarunum, tí hon stutt sagt bergtók øll við sínum avbera vakra sangi

Nýggjasta stjørnuskotið innan tónleikaheimin Guðrun Sólja fekk eina væl uppiborna hetjumóttøku, tá hon aftur setti fótin á føroyska jørð sunnudagin. Sjálv hevði hon ikki droymt um, at hon skuldi vinna kappingina, men tá avtornaði gjørdist hon greiður vinnari, tí hon sang seg beint inn í hjørtuni hjá áhoyrarunum.
Leikpallurin var stórsligin, tá yrkisleiðin hjá Guðrun sum sangarinna fór av bakkastokki. Eitt stúgvandi fult Forum miðskeiðis í Keypmannahavn við umleið 6.000 áskoðarum heppaði Guðrun fram til sigurin.
Nógvir føroyingar vóru í Forum, og teir gjørdu nógv vart við seg í salinum, tí hvørja ferð Guðrun var á skerminum, og tá hon trein fram á pallin, vóru tey føroysku fløggini á lofti og rópini og skríggini fóru um allar geilar.
Tað minti ikki sørt um at vera til fótbóltsdyst hjá føroyska landsliðnum, og tú kundi merkja spenningin í luftini. Áhoyrararnir vóru við til at gera hesa løtuna ógloymandi.
Hørð kapping
Sum kappingin leið gjørdist greitt, at kappingin fór at vera ógvuliga hørð, tí kappingarneytarnir hjá Guðrun vóru ikki fyri ongum. Undan kappingini var spátt, at Tarek Sidki og Jacob Andersen fóru at geva Guðrun skarpan gang og soleiðis bleiv eisini, tá atkvøðurnar vórðu taldar upp.
Endiliga upprann tann stóra løtan, tá Guðrun skuldi á pallin. Hon tóktist púra rólig og hevði ongar trupulleikar við tí stóru fjøldini, sum var í salinum, og talið av hyggjarum, sum sótu heima í stovunum og fylgdu gongdini, nærkaðist tveimum milliónum.
Yvirritaði var so heppin at vera til staðar, tá hon legði heimin fyri sínar føtur og tá hon sang vinnarasangin Promise Me hjá Beverly Craven, rann tað kalt niðureftir bakinum.
Røddin hjá gentuni av Tvøroyri fór bókstaviliga ígjøgnum mønu og merg, og ikki eitt eyga var turt í Forum. Tað er sjálvandi lætt at gerast ov sentimentalur at lýsa hesa løtuna, men hennara rødd var veruliga nakað, sum rørdi mangar hjartastreingir hetta kvøldið. Satt at siga er tað torført at finna tey røttu orðini at greiða frá hesi upplivingini. Tað skuldi bara upplivast.
Nú var brádliga lætt at skilja, hví danska Tipstænastan hevði Guðrun sum favoritt at vinna kappingina, og blaðmaðurin fór beint eftir fartelefonini at greiða atkvøðu fyri føroyska sangfuglinum.
Tað lá í luftini, tá atkvøðugreiðslan var liðug, at Guðrun skuldi vinna kappingina, og tað var ikki als ikki óvæntað, at hon varð útnevnd Stjerne for en aften 2003.
"Simpelthen fantastisk" kallaðu teir tríggir dómararnir avrikið hjá Guðrun, sum tóktisk heldur tikin á bóli av øllum teimum rósandi orðunum og teimum villu áskoðarunum, sum lyftu takið av bygninginum.
Vinnarin kosin
Flestu føroyingarnir í salinum væntaðu, at Guðrun fór at vinna kappingina, og man hevði eina kenslu av, at hon fór at sigra. Spurningurin var bara, um hon fór at fáa nóg nógvar atkvøður.
Fyrst skuldu teir tríggir dómararnir geva sína meting av avrikunum hjá teimum sjey luttakarunum. Og teir vóru samdir um, at Guðrun Sólja stóð fyri tí besta avrikinum hetta kvøldið. Men dómararnir hava í veruleikanum einki at siga fyri úrslitið av kappingini. Alt var latið í hendurnar á hyggjarunum. Fólk sótu sum á nálum, tá verturin Natasja Crone kunngjørdi vinnaran.
Heili 295.000 atkvøður vóru at telja upp. Meðan Guðrun Sólja Jacobsen fekk 31 prosent av atkvøðunum, fekk Jacob Andersen 24 prosent og Tarek Sidki fekk bert 17 prosent. Tarek var annars mettur at vera størsti kappingarneytin hjá Guðruni undan kappingini.
Tá verturin Natasja Crone kunngjørdi, at Tarek var nummar trý, fóru teir føroysku áskoðararnir at reisast úr stólunum og tustu fram móti pallinum. Tey flestu ivaðust tá ikki í, at Guðrun fór at vinna.
Hon tóktist rørd, tá hon tók ímóti virðislønini, og tað var ein heldur fámæltur vinnari, sum fjølmiðlarnir hittu á tíðindafundinum beint eftir kappingina.
Róligur vinnari
Hóast hon júst hevði vunnið ein plátusáttmála við eitt heimsumfatandi plátufelag og nakrar hundrað túsund krónur, var Guðrun ikki á nakran hátt uppøst ella frá sær sjálvari eftir kappingina. Hon tóktist rólig og nýtti ikki so nógv orð at greiða frá sínum kenslum. Tey donsku tíðindafólkini høvdu ilt við at fáa hana at tosa.
- Hatta var heilt órtúligt. Tað ber ikki til at greiða frá, hvussu tað kennist at standa á palli frammanfyri 7.000 fólkum, og tann góði stuðulin frá áskoðarunum hjálpti væl, segði Guðrun á tíðindafundinum.
Hon segði eisini, at hóast hon var ógvuliga bilsin av at vinna kappingina, so trúði hon alla tíðinda uppá, at tað var møguligt at gerast nummar eitt.
- Tað er ikki ordiliga gingið upp fyri mær enn, at eg havi vunnið. Mítt lív fer at broyast fullkomiliga eftir hesa kappingina, og eg rokni við, at tað verður torført at venja seg við hesar broytingarnar, segði vinnarin, tá vit sluppu at tosa við hana á føroyskum eftir kappingina.
- Eg var ógvuliga spent undan kappingini, men eg gleddi meg eisini sera nógv at framføra fyri so nógvum fólki.
Aftur í skúla
Komandi mánaðirnar fer Guðrun at hava nógv um at vera. Hon hevur bara tveir mánaðir eftir í skúlanum, og samstundis skal hon næstan hvørt vikuskifti niður til Danmarkar at syngja.
Guðrun gongur í 3.a á studentaskúlanum í Suðuroy, og hon skal hava húgvuna í summar. Spurningurin er bara, um hon fær tíð til alt. Hon sigur, at ætlanin er at gera skúlan lidan, tí nú er so lítið eftir, og vónandi fer tað at eydnast henni. Guðrun skal hava trettan konsertir komandi mánaðirnar. Hetta var ein partur av vinninginum.
Tá Guðrun meldaði seg til kappingina fyri einum sløkum ári síðani millum 2500 onnur, droymdi hon ikki um, at hon møguliga fór at vinna, men tá avtornaði stóð hon ovast á sigurspallinum.
- Eg meldaði meg til fyri at vita, hvørjum støði eg eri á. Eg elski at syngja, og eg vildi eisini vísa, hvat eg dugi.
Nógvar týðandi avgerðir standa fyri framman hjá gentuni at Tvøroyri, og tað verður spennandi at síggja, hvussu hon fer at fóta sær í tónleikaheiminum.