Sambært Høgna Hoydal vóru avrikini hjá CHE tey størstu uppá stytstu tíðina, sum ein samgonga hevur sitið við valdinum Eingin endi var á avrikunum, sum CHE samgongan framdi stutta tíðina, hon sat við stýrisvølin í Tinganesi. Í hvussu so er sambært tí, sum formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, bar fram í formansfrágreiðing síni á flokstinginum í Skálavík í dag:
-Samgonguskjalið var burturúr nøktandi fyri okkara hjartamál í Tjóðveldi ? og CHE-samgongan er í veruleikanum tann samgongan, sum hevur avrikað mest í føroyskum politikki uppá stytstu tíð. Hon fór beinanvegin undir at fremja tey politisku mál, sum vórðu sett og harundir eisini tey vallyfti, ið flokkarnir høvdu givið.
Hetta fingu vit sjón fyri søgn um, tá vit í gjárkvøldið viðgjørdu uppskotið til stutta útgávu av stevnumiðum Tjóðveldisins, sum varð gjørt til valið í januar 2008. Nú í mars 2009 kundu vit strika eina røð av ítøkiligu málunum, tí tey vórðu framd undir CHE-samgonguni.
CHE-samgongan tók við í februar 2008 og eftirsum at tingsetan varð ætlað at enda í apríl/mai, so hevði CHE-samongan í veruleikanum bert góðan hálvanfjórða mánaða at fremja mál í.
Men farið var beint til arbeiðis. Og hvat varð so framt?
Ja, lat meg bert nevna nøkur av teimum týdningarmiklu málunum:
- Barnsburðarfarloyvið varð longt við 8 vikum.
- Stakir uppihaldarar fingu barnaískoyti á 6000 kr. eyka árliga fyri hvørt barnið.
- Samtykt at seta Brúkaraumboð á stovn og nýggja marknaðarføringslóg.
- Seinastu parturin av samtykta skattalættanum hjá ABC-samgonguni, varð settur úr gildi (annars hevði undirskotið á fíggjarlógini nú verið 10-tals milliónir hægri).
- FAS-stovnur settur á stovn og okkara altjóða skipaskrá gjørd meira kappingarfør.
- Latið varð upp fyri útlendskari arbeiðsmegi og Útlendingastovan sett á stovn.
- Ætlanin at menna Fróðskaparsetrið varð samtykt og sett í veverk við fleiri hægri útbúgvingum (tíverri nú steðgað undir ABC).
- Miðnámsskúlin í Marknagili varð samtyktur.
- Kringvarpið fekk nýtt digitalt sendinet.
- Vit øktu játtanina til børn við serligum tørvi munandi og gjørdu serlig átøk fyri lesiveik í fólkaskúlanum.
- Fleiri pláss til lærara- og pedagogútbúgvingarnar og fleiri nýggj miðnámsskúlapláss í Eysturoynni.
- Endurgjaldsábyrgdarlógin varð samtykt.
- Játtanirnar til Mentanargrunn, tónleik, Tjóðpall og vinnugransking vuksu (hóast ikki nóg mikið).
- Grundleggjandi útgreiningararbeiði og uppskot við fíggingarleistum og váðametingum varð gjørt fyri undirsjóvartunlarnar.
- Økisdepil og sambýli til sinnisveik vórðu samtykt.
- Vinnulóggávan varð dagførd.
- Víðfevnda tryggingarlóggávan varð samtykt.
- Yvirtøkan av Vága Floghavn kom endaliga upp á pláss.
- Loyvi varð givið at seta á stovn tollfría sølu á flogvøllinum.
- Uttanríkisráð varð bygt upp at røkja okkara altjóða vinnuligu, mentanarligu og politisku áhugamál.
- Arbeiðið at gera eina virkisætlan at minka um útlátið av veðurlagsgassum varð sett í gongd.









