Ikki eiti á lurtaratænasta

Tað var nú einaferð væntandi, at aftaná Tjóðveldisumboð kom niður á Fólkating, so fór ikki at verða friður eina løtu í tíðindunum um sjálvsavgerðargrætt, viðurkenning sum tjóð, og hvat loysing annars verður rópt í hesum døgum.

 

Ikki nokk við, at endurgivið verður frá hesum. Nú er Útvarp Føroya eisini so beinasamt, at lurtarin sleppur frá at taka støðu til, um eitt mál er týdningarmikið ella ikki. Vit fingu at vita í útvarpinum fyrrakvøldið, at Anders Fogh Rasmussen svaraði ikki uppá týdningarmikla spurningin um sjálvsavgerðarrættin. Við øðrum orðum er ikki nokk, at man í fjølmiðlunum og aðrastaðni, hevur gjørt eina sjálvfylgju til ein spurning ? man hevur enntá gjørt tað til ein týdningarmiklan spurning.

Sjálvsavgerðarætt hava vit til eina og hvørja tíð. Vit hava sjálvir avgjørt, at vit ikki ynskja loysingina. At sjálvsavgerðarættur er eitt eingangsfyribrigdi, ið bert kann brennast av einaferð med alla, hevur ikki hald í veruleikanum. Um hettar var tilfeldið, so hava Grønlendingar brent hann av, tá teir góvu seg undir donsku grundlógina. Soleiðis hongur tað sjálvsagt ikki saman, og kunnu vit nýta okkara sjálvsavgerðarætt til økt sjálvstýri í ríkisfelagsskapinum. Ynskir fólkið so seinni loysing, ja so tryggjar ómissandi sjálvsavgerðarrætturin, at vit til ta tíð kunnnu loysa, um vit hava hug. Hvat er problemið? Har er einki problem, men tjóðveldismenn royna tað mannminkandi, at biða danir um at viðurkenna nakað, sum teir yvirhøvur einki skulu hava at siga um. Sjálvsavgerðarrætturin er tað bert nýggja ættarliðið í Tjóðveldisflokkinum, ið ivast í.

Hóast eg ikki taki undir við fullveldisætlanini, so trúgvi eg uppá økt sjálvstýri, men einasti máti er at arbeiða fram ímóti praktiskum loysnum, ið kunnu samla fólk, heldur enn at leita við ljós og lykt eftir orðadefinitiónum at diskutera og problematisera. Eg havi bara góðar royndir av at arbeiða politiskt saman við Tjóðveldisflokkinum, men flokkurin sær tíverri út til at verða broyttur, nú yngra ættarliðið hevur tikið við. Eg minnist, tá Tjóðveldisflokkurin plagdi at hava fimm loysnir til hvørt problem, nú hava teir fimm problem til hvørja loysn.