Seinastu tíðina hava fleiri víst á, at bilasølur hava beinleiðis spekulerað í sølu av leigubilum. Eitt hol í lógini um skrásetingargjald og mvg av bilasølu hevði nevnliga við sær, at bilasølur kundu selja bilar við sera stórum avslátri, uttan at vinningurin var minni av teirri orsøk. Einasta fortreytin var, at bilurin var skrásettur sum leigubilur og útleigaður minst eina ferð.
Nú er lógin broytt. Áðrenn bilurin kann seljast víðari við avmarkaðari mvg-skyldu, skal bilurin vera minst hálvt ár, og hann skal hava verið útleigaður minst 10 ferðir. Ella eisini skal bilurin vera minst trý ára gamal.