Ikki eins gott ÍF avrik

ÍF avrikið í gjár var ikki eins gott sum sunnudagin móti KÍ. Her eru leikarametingarnar frá í gjár

ÍF tapti dystin í gjárkvøldið tepurt 1-0 á útivølli móti HB.

 

Sum heild er ÍF avrikið merkt av, at teir ikki spældu eins væl og teir gjørdu í Klaksvík sunnudagin, tá nærum allir leikararnir spældu upp til sítt allarbesta. Í gjár spældu nógvir leikararar ein miðal, ella undir miðal dyst.

 

Tó vóru tað nakrir leikarar sum skaraðu framúr á liðnum hjá ÍF.

 

 

Leikarametingar ÍF:

 

Elias Rasmussen 4: Ungi málverjin taldist millum bestu leikararnar á liðnum hjá ÍF, har hann fleiri ferðir helt liðnum inni í dystinum við góðum bjargingum. Sá kanska ikki so gott út í málinum hjá HB, men var annars sannførandi í ÍF málinum.

 

Leivur Joensen 2: Spældi ikki eins væl og í Klaksvík sunnudagin. ÍF leikararnir vóru sum heild um ein háls í teirra høgru síðu, har serliga Ári M. Jónsson gav teimum høvuðbrýggj, tá hann kom í yvirlapp.

 

Poul N. Mikkelsen 3: Hevði sítt at síggja til í ÍF verjuni, tí HB leikararnir komu í fleiri góðar støður. Kom tó væl frá uppgávuni, har hann vann duellir og annars tóktist avgjørdur í tí hann gjørdi.

 

John Daniel Guðjónsson 2: Loysti liðskiparan Jan Ellingsgaard av í verjuni. Stríddist fínt, og vann nakrar bóltar. Men skapaði ikki somu ró á liðið sum Jan Ellingsgaard. Millum annað sparkaði hann bóltin út til horna einaferð í fyrra hálvleiki, tá hann ikki var serliga trýstur.

 

Alex José dos Santos 3: Var sum heild tryggur á bóltinum, og tað var meira í vinstru síðu hjá ÍF at tær farligu støðurnar komu. Men hevði úr at gera defensivt, har høgra síðan hjá HB við Christian Mouritsen og Jógvan Róa Davidsen var væl uppløgd.

 

Karl Løkin 4: Sterkasta aksan á liðnum hjá ÍF í gjár, var sentrali miðvøllurin við Karl Løkin og Kristoffuri Jakobsen. Stríddist væl, og var sum heild tryggur á bóltinum. Kom eisini í fleiri fínar støður, tó at tað ongantíð gjørdist veruliga vandamikið.

 

Kristoffur Jakobsen 4: Hevur fingið eina góða byrjan uppá seinnu hálvu. Spældi aftur ein góðan dyst í Gundadali, har hann var tryggur á bóltinum. Kom tó ongantíð til tær heilt vandamiklu støðurnar í gjárkvøldið.

 

Ari Ó. Ellingsgaard 2: Arbeiðsinnsatsurin var í lagi, men hann hevði tað trupult við at spæla yvirfyri besta leikaranum á liðnum hjá HB í gjár í Ára M. Jónsson. Kom til ávísar góðar støður, men fekk ikki tað sama burturúr sum hann onkuntíð áður hevur fingið.

 

Clayton Soares 3: Er broyttur eitt sindur sum leikari. Frá altíð at hava verið ein vandamikil álopsleikari, er Clayton nú farin at spæla sum offensivur miðvallari. Arbeiddi væl, og helt væl uppá bóltin. Var eisini leikarin á liðnum hjá ÍF sum fekk størsta møguleikan.

 

Andy Ó. Olsen 3: Royndi at bjóða av, og var ein av fáu ÍF leikarunum sum komu til møguleikar. Hevði eisini eitt vandamikið innlegg í seinna hálvleiki, sum tað ikki spurdist nakað burturúr. 

 

Adeshina Lawal 2: Var betri ansaður í gjárkvøldið enn sunnudagin. Hevði tað sum heild trupult við sterku HB verjuni. Fekk ein stóran møguleika aftaná horna í seinna hálveiki, men skallaði omanfyri.

 

Dánial Pauli Højgaard: Inni ov stutt til at fáa meting.