Ikki eingang urtagarðar fáa frið

Hendan samgongan er komin heilt út í august mánað og eru politisku garðarnir langt frá seyðahøgum standi, tí er so lítið skil á.

14. mai er regluligt at garðarnir skulu vera í seyðahøgum standi. Hettar fyri at skil skal vera á hvar ið seyðurin er og fyri at sleppa undan hundalívi í bygdini. Hendan samgongan er komin heilt út í august mánað hevur framvegis ikki fingið politisku garðarnar í seyðahøgan stand.

Men hevur í dag staðfest at tað ger einki, um nakað skil er í. Bara vit sita víðari. Úrslitið verður sum vit kenna tað. Ikki so frætt, sum urtagarðar fáa frið.

Samgongan hevur staðfest, at tað ikki er meiriluti fyri politikkinum, tað er ikki meiriluti fyri teirra samgonguskjali. Men tað er meiriluti fyri persónarnir skulu sita. Og tað tykist meira umráðandi enn politikkurin. Fiskivinnupolitikkurin var fríggjadagin feldur av Løgtinginum. Landsstýrismaðurin í Fiski- og Tilfeingismálum hevur lagt uppskot fram um at forkoma landbúnaðarvinnuni. Í Løgtinginum er greitt komi fram, at málið hevur onga undirtøku.

Næsta fráboðaða máli er blokkstuðulin, eisini rúkandi ósemja. Tó er semja um at gera fíggjarlóg, men ongin semja um hvat skal standa í henni. Eingin ivi um, at fólk skulu knokkroytast við skatta-og avgjaldshækkingum. Vit fáa eitt framhaldandi eljustríð, sum ábyrgdarfullir politikkarar ikki áttu at staðið model til. Okkara innilliga áheitan er framvegis, at reinsa luftina við at gera nýggja samgongu við politikki sum ber.