Norrøna verður ikki tann einasta nýggja ferðamannaferjan, sum verður regluligur gestur í havnunum í Hanstholm og Bergen í summar.
Norska reiðaríið Fjord Line hevur keypt eina ferðamannaferju, sum skal setast inn í siglingina millum Bergen og Danmark. Hon tekur 1500 ferðafólk og 600 bilar. Ferjan er keypt úr Avstralia og verður sett inn í siglingina millum Bergen og Hanstholm í apríl.
Enn hevur ferjan ikki fingið navn, og tey, sum halda seg hava eitt hugskot um eitt hóskandi navn, kunnu fáa 10.000 krónur og sleppa við á fyrstu ferðina, vinna tey navnakappingina, sum reiðaríið hevur útskrivað.