Ikki ein spurningur um trygd, men um kenslur

Sjúkraflutningurin úr Sandoy er ikki ein spurningur um trygd. Tað er ein spurningur um at hava kensluna av, at tað er trygt.

Tað niðurstøðu er Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, komin til.

Løgtingið tosaði um sjúkraflutningin úr Sandoy, eftir at Gerhard Lognberg hevur spurt hann um hesi viðurskifti.

Ætlanin var at strika sjúkraflutningin við Teistanum fyri at spara góðar 600.000 krónur.

Hinvegins skuldi sjúkraflutningurin røkjast við tyrlu og av bjargingarbátinum, Lív, tá ið tað ikki viðraði hjá Tyrluni.

Sandoyingar fóru heilt í baklás og, tí teir søgdu, at hetta verður stórt bakkast fyri trygdina og tað endaði við, at sjúkraflutningurin við Teistanum verður varðveittur.

Hinvegin ivast Karsten Hansen ikki í, at sjúkraflutningur við tyrlu og Lív hevði bøtt um trygdina.

Hann sigur, at tað er ómetaliga sjáldan, at tyrlan ikki flýgur, tí hon kann flúgva í heilt nógvum vindi.

Um dagin er tað 10-15 minuttir at fáa fatur á tyrluna, um náttina er tað eitt sindur longri.

Nevnt varð, at svartíðin um náttina var ein tími.

Hinvegin vísti Karsten Hansen á, at øll flutningsfør kunnu vera upptikin, tá ið boð eru eftir teimum. Tyrlan, sjúkrabilar og bjargingarbáturin, Lív, kunnu vera upptikin aðrastaðni og Teistin kann vera á Gomlurætt.

Sandoyingar tvíhalda um, at Teistin er besta trygdin, tí hann siglur altíð, men tað kann tyrlan ikki. Og tað ber ikki til at bjóða sjúklingum at bólta runt umborð á Lív í Skopunarfirði í óveðri.

Karsten Hansen vísir á, at hvat hinum smáoyggjunum viðvíkur, er tyrlan høvuðsálitið og og tað roynist væl. Lív røkir sjúkraflutning úr Nólsoy og úr Kalsoy er tað ein bátur, ið líkist Lív, ið eisini er til taks.

Landsstýrismaðurin er sannførdur um, at trygdin við tyrluni er betri enn við Teistanum.

- Bara í farnu viku avlýsti Teistin tvær ferðir fyri veður, men tyrlan fleyg.

Men hann heldur, at hetta snýr seg ikki um trygd, men um kenslur, tí hann er sannførdur um, at trygdin við tyrluni og Lív er betri enn við Teistanum.

Hinvegin heldur hann, at tað heldur ikki at undirmeta, tí tað hevur stóran týdning at vit føla okkum trygg.

- Tí er tað uppgávan at bera so í bandi, at fólk hava álit á skipanini, segði hann.