Jógvan á Lakjuni, tingmaður
Eftir at hava hoyrt samrøðuna, sum útvarpið fríggjakvøldið hevði við Hans J. Joensen, bisp, um lóg um skrásett parlag, haldi eg tað vera neyðugt at koma við eini lítlari viðmerking.
Lógin um skrásett parlag er ikki ein lóg um arv! Hetta kann ein og hvør síggja við at hyggja í ta donsku lógina um ?registreret partnerskab?. Tað er jú hesa lógina, ið Høgni Hoydal vil hava setta í gildi í Føroyum eisini.
§ 1, sum lýsir endamálið við lógini, sigur: ?To personer af samme køn kan lade deres partnerskab registrere?. Hetta fortelur okkum, at lógin er ætlað samkyndum, sum vilja liva saman í skrásettum parlagi - t.e. á líka føti við hjún.
Í § 3 í lógini stendur, at skráseting av parlagi gevur sama rættarvirknað, sum hjúnalagið gevur, tó við nøkrum fáum undantøkum. M.a. sleppa samkynd ikki at adoptera, (sum tey sleppa í Svøríki).
Latið okkum kalla ein spaka fyri ein spaka! Lógin um skrásett parlag er als ikki ein lóg um arv, men hevur eittans endamál, og tað er: at javnseta samkynt parlag við hjúnabandið millum mann og konu!