Ikki ein garður men eitt barnahús

Børn: - Tað er við vilja, at vit hava valt at kalla henda stovnin fyri eitt barnahús og ikki ein barnagarð, sigur Nancy Poulsen, leiðari á nýggja barnahúsinum Sellin (úttalast Sedlin) á Skála. - Hetta skal snøgt sagt vera eitt hús við børnum.

Skáli: Hóast nýggja barnahúsið ikki er tikið alment í nýtslu enn, hevur tað longu verið í brúki í fleiri dagar.

Tørvurin og spenningurin eftir at lata børnini sleppa í nýggja bygningin, var so mikið stórur, at tikið varð ímóti fyrstu børnunum longu í farnu viku.

Her er í fyrstu syftu pláss fyri 32 børnum, men fyribils eru bert tvær av íalt fýra stovum tiknar í nýtslu.

- Vit vóna, at hinar báðar verða tiknar í nýtslu skjótt. Tørvurin á teimum er í øllum førum til staðar, vísir Nancy Poulsen á.

Tað er byggifyritøkan Búsetur sum hevur bygt hetta nýggja barnahúsið, sum á mangar mátar minnir um barnagarðin í Søldarfirði. Hesin lat eisini upp mánadagin í farnu viku.

- Umstøðurnar her eru í øllum førum sera góðar, staðfestir leiðarin í barnahúsinum Sellin.


Eitt HÚS

Tað var tó ikki av tilvild ella tikið úr leysum lofti, at barnahúsið júst fekk hetta navnið.

Til tess at finna stovninum eitt hóskandi navn varð lýst við eini navnakapping fyrr í ár. Áhugin fyri kappingini var stórur, tí fleiri uppskot komu inn.

- Vit tosaðu beinanvegin um, at hetta skuldi vera ein navnakapping til eitt barnahús og ikki ein barnagarð, sum jú er eitt meiri danskt orð, greiðir Nancy frá.

Eitt av uppskotunum var frá tingmanninum og nýggja havnafútanum í Runavík, Torbjørn Jacobsen. Mett varð, at hetta navnið á ein sera góðan hátt lýsti endamálið við barnahúsinum.

- Ein sella er eitt sjáldsamt føroyskt orð, sum bæði kann merkja ein sterkur og raskur drongur, ella sterk og røsk genta.

- Og tað ynskja vit eisini, at tað næsta ættarliðið skal verða: Børn sum fara hiðani av stovninum, bæði røsk og sterk, slær Nancy Poulsen fast.


Gimsteinar

Í fyrstu syftu eru tvær av stovunum tiknar í nýtslu, har børnini í ymsum aldrum fáa ta tænastuna, hjálp og umsorgan, tey hava brúk fyri í tí dagliga. Á sunnaru síðu er eitt stórt øki til spælipláss, og skilt frá hinum er parkeringsøkið norðanfyri barnahúsið. Millum hesi økini liggur tann nýggi og væl innrættaði stovnurin.

Higartil er bert helvtin av barnahúsinum tikið í nýtslu. Sum vanligt er, hava tær ymisku stovurnar eisini hvør sítt navn og hvør sítt eyðkenni hjá gimsteinum.

Heldur ikki her hevur ein latið tilvildina ráða: Onnur stovan eitur Tinnan og hin Perlan. Seinni verða stovurnar Smaragd og Safir lætnar upp.

- Vit hava valt hesi nøvnini, tí at vit hvønn einasta dag fáa nakrar gimsteinar ella gullklumpar lætnar upp í hendur av foreldrunum, sigur Nancy Poulsen um tey børnini sum í dag og framyvir fara at hava sína gongd her á Selluni. 






Ein hendinga selli og sella


Runavíkar kommuna, sum Skáli er partur av, skrivaði fyrr í ár út eina navnakapping til nýggja stovnin.

Inn komu fleiri uppskot, og átti Torbjørn Jacobsen vinnandi uppskotið.

Í grundgeving síni vísir Tobbi á, at orðið “sellin” (úttalast sedlin) er eitt sjáldsamt orð, sum hann av óvart rendi seg í á fyrstu síðu í føroysku týðingini av Løgtings Søgu Føroya, sum A.W. Brøgger var liðugur at skriva í Oslo í juni 1937. Bókin er ognað Jóanesi Petursson, sum sjálvur føroyskaði hana við góðari hjálp frá Christiani Matras og Rikardi Long.

Her stendur m.a. soleiðis skrivað: “Tað var ikki fyrrenn í 18. øld at farið varð at skriva upp. Tann fyrsti var Jens Christian Svabo, tann hendinga sellin, sum sat í Keypmannahavn ...”.

Orðið er snøgt og kann brúkast sum heiti á stovni, og hartil er hjávinningurin hann, serliga táið tað ræður um ein barnagarð, har børn av báðum kynum skulu húsast, at orðið verður brúkt bæði sum kvennkyns- og sum kallkynsorð.

Um eina sellu verður sagt, at tað er ein prúð og mannfólkalig kona, og um ein sella verður sagt, at tað er ein djarvur og sterkur maður, knassi.

At enda vísir Tobbi á, at nýggj ættarlið av føroyingum skulu húsast í nýggja stovninum á Skála - menniskju úr øllum slektum, av øllum sløgum og úr nógvum ymiskum sosialum høpum.

- Endamálið hjá kommununi, og teimum sum skulu reka stovnin er, at gera afturvendandi nýggj ættarlið av føroyingum til fyrimyndarligar borgarar, táið tey skulu arva samfelagið frá okkum sum fara og teimum, sum eru farin undan okkum.

- Slíkur stovnur eigur at verða rikin soleiðis, at sagt kann vera um tey sum hava fingið partvísan uppvøkstur haðani, at hann ella hon er ein hendinga selli ella sella.