Ikki ein góð støða

Sjúkrahússtjórin harmast um støðuna, ið Landssjúkrahúsið er enda í

- Tað sum fyrst kemur at raka alvorligt hjá okkum er, at tað kemur at raka sjúklingar, ið hava havt heilabløðing, ið vit ikki fáa vant upp aftur sum vanligt. Men vit hava ikki nógvar aðrar møguleikar, enn at royna at flyta teir sjúklingar, ið vit ikki sleppa av við. Vit hava eldri sjúklingar liggjandi, ið vit ikki sleppa av við, tí eldrarøktin klárar ikki at taka móti teimum. Vit hava bara eitt í at gera, og tað er at kroysta tey inn á deildir, ið longu hava nógv fólk. Vit hava einki annað valg.


Tað segði Ronnie Midjord, stjóri á Landssjúkrahúsinum, tá hann í kvøld var gestur í Deg & Viku, um støðuna á Landssjúkrahúsinum, nú Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava boðað frá, at tey hósdagin víðka um verkfallið til eisini at umfata sjúkrarøktarfrøðingar á B7.


Við in.fo fyrr í kvøld segði sjúkrahússtjórin, at tey ikki hava annað val enn at steingja B7, men við Dag & Viku legði hann dent á, at støðan ikki er hættislig.


- Tað er aldrin tann besta støðan at vera í, men sjálvandi fari eg ikki at siga, at trygdin er í vanda. So leingi sum vit hava læknar og aðrar sjúkrarøktarfrøðingar, ið kunna taka sær av tí, ið er akutt, so fari eg ikki at siga, at trygdin er í vanda. Men tað er ikki ein góð støða, ið vit eru komin í.