Áðrenn Ítróttardómstólurin fór í holt við sjálva viðgerðina av málinum, varð eftirkannað, hvørt dómstólurin hevði heimild at taka málið upp yvirhøvur.
Í hesum viðfangi verður í frágreiðingini eisini nevnt, at hugt hevur verið eftir, hvørt hetta er í stríð við tær reglur, sum eru galdandi hjá avvarðandi sersambandi. Herundir er eisini kannað, hvørt talan er um viðgerð, sum er í stríð við FIFA-reglurnar. Og her hevur Ítróttardómstólurin eina greiða støðu:
» Ítróttadómstólurin metir ikki, at FIFA regluverkið (FIFA Statutes, art. 61 Obligations), har forboð er sett móti at leggja mál fyri vanligu dómstólarnir, útilokar, at Ítróttadómstólur ÍSF hevur myndugleika at viðgera mál, har Dómsnevndin hjá FSF hevur tikið avgerð.«
Verður hugt at FIFA-reglunum, so tykjast hesar tó at vera eins greiðar, sum niðurstøðan hjá dómstólinum. Umsett til føroyskt ljóðar grein 61 hjá FIFA nevnliga soleiðis:
»Stk. 2: Tað er ikki loyvt at fara til vanligu dómstólarnar uttan so at tað er beinleiðis loyvt í FIFA lógarverkinum.
Stk. 3: Fyri at tryggja hesum, skulu sambondini seta ein klausul í sínar viðtøkur sum forbjóðar teirra feløgum at leggja trætur fyri vanligu dómstólarnar og at leggja allar trætur undir ræðisøki hjá sambandinum, tí avvarandi konfederatiónini ella FIFA.«










