Ísraelsk bløð vænta ikki, at Ehud Olmert verður drúgvur í embætinum sum landsins stjórnarleiðari. Yedioth Ahronot skrivar, at eingin ísraelskur leiðari hevur verið fyri so hvøssum atfinningum í einari almennari frágreiðing sum Olmert og sipar til frágreiðingina um kríggið millum Ísrael og Hizbollah seinasta summar. Eitt annað blað, Maariv, heldur, at forsætisráðharrin og hansara menn eiga at kenna sannleikan, sum er, at eingin forsætisráðharri kann verða sitandi aftan á eina tílíka frágreiðing.










