Ikki dagurin hjá Skála

Stóra samtaluevnið á Skála var, at John Petersen hevði sett seg sjálvan á dómaraseðilin. John var á beinkinum, inntil tað restaði eitt korter. Tá setti hann seg sjálvan inn í álopið. Einki spurdist burturúr, og eftir dystarlok staðfesti venjarin, at hetta ikki hevði verið dagurin hjá Skála.

- Vit megna ikki at fáa bóltin niður á jørðina og spæla eftir okkara treytum. Tað ber aftur við sær, at talan verður um nógvar nærdystir og luftspæl, og tá er GÍ væl betri fyri.

Tín egni leiklutur?

- Tá ið tað ikki gongur, so er neyðugt at royna okkurt øðrvísi. Vit tóku ein verjuspælara út og settu ein álopsspælara inn. Vit royndu at leggja trýst á, og onkra ferðina var tað nær við og næstan.

Ert tú nóg væl fyri at spæla?

- Eg venji við, men tað verður sjálvandi ikki heilt tað sama, tá ið tú hevur ábyrgdina av venjingini. B71 fór fram við okkum í dag, og næstu ferð spæla vit á Sandi. Tá hava vit møguleika at fara fram við teimum aftur, staðfestir Skála venjarin.