Faroe Origin, sum eigur trolararnar Lerk og Rók, helt seg ikki hava annað í at velja enn at leggja skipini, tí hóast fleiri royndir ber tað ikki til at fáa raksturin at bera seg.
Rókur og Lerkur, sum upprunaliga vórðu bygdir til írar, vórðu bygdir til at trola hvør sær og til annað fiskarí enn upsa. Teir hava rættiliga stóra maskinorku og størri og fleiri spøl enn vanligir partrolarar og eru tí dýrari at reka.
Nú eru báðir trolararnir lagdir og lýstir til sølu, og teir 22 menninir, sum vóru knýttir at skipunum, eru uppsagdir.
Partafelagið Faroe Origin hevur seks partrolarar eftir. Teir eru Heykur og Falkur, Skúgvur og Munkur og Stelkur og Bakur. Teir eru bygdir til endamálið og ganga betur, sigur Annfinn Olsen, reiðari.










