Í Spania hevur tjóðartingið felt eitt uppskot um at banna muslimskum kvinnum at ganga í burka ella nikab á almennum støðum. Fleiri spanskar kommunur hava longu sett tílíkt bann í øllum kommunalum bygningum, men tjóðartingið vil ikki gera bannið landsumfatandi.
Uppskotið var til atkvøðugreiðslu í gjárkvøldið, og har atkvøddu 162 tinglimir fyri banninum, meðan 183 atkvøddu ímóti.
Tað var andstøðuflokkurin Partido Popular, sum hevði lagt uppskotið fram við teirri grundgeving, at tað skuldi styrkja rættindini hjá kvinnum í Spania. Tann sosialdemokratiski stjórnarflokkurin atkvøddi ímóti uppskotinum.
Av teimum 47 milliónunum, sum búgva í Spania, eru ein millión muslimar, skrivar AFP úr Madrid.