Rani Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, sigur í tíðindagrein í Sosialinum í kvøld, at eingin tørvur er á teirri samskipan, sum Elin Heinesen frá SamVit bjóðar Sambært stjóranum á SamVit í Sosialinum seinasta týsdag fer SamVit nú at taka orðingarnar um íverksetan í vinnupolitikkinum í álvara, og tað merkir, at almenni stovnurin í næstum skal spæla ein týðandi og yvirskipaðan leiklut á íverksetaraøkinum.
Men hví gera tað sama, spyr Rani Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum í tíðargrein í Sosialinum. Kunnu vit í Føroyum loyva okkum at brúka okkara avmarkaðu ressursir uppá tvær ætlanir, sum yvirhøvur eru tær somu, spyr hann.
-Tá nú SamVit ætlar sær á banan, hví so leggja út við eini ætlan, sum í tí stóra og heila snýr seg um júst tað sama, sum Íverksetarahúsið í meir enn eitt ár hevur arbeitt við?
Rani Nolsøe vísir, á tað almenna og privata hava hvør sínar styrkir og hvør sítt arbeiðsøki.
- Tá tað ræður um, hvør hevur førleikarnar og rætta perspektivið at loysa uppgávuna at ráðgeva og undirvísa privatum íverksetum, so er vinnuliga netverkið hjá Íverksetarahúsinum eitt rættuliga gott boð, sigur hann og heldur
fram:
-Eg dugi ikki at síggja, at vit hava brúk fyri tí samskipan, sum stjórin á SamVit leggur stóran dent á. Í einum so lítlum samfelag sum okkara er ikki neyðugt at brúka so nógva orku uppá at ganga á odda í samskipan og øðrum. Tað hevur nógv størri týdning at brúka orkuna uppá at arbeiða beinleiðis við íverksetanini, sigur Rani Nolsøe millum annað í greinini.
Tíðargreinin stendur í Sosialinum í kvøld.










