Leygardagin var greitt, at Christian Høgni Jacobsen, og danin Martin Heinze, ikki hildu fram í danska felagnum AB, og í kvøld var kunngjørt, at føroyingurin skal spæla við NSÍ komandi trý árini. Og tað var serliga orsaka av, at landsliðsleikarin ikki stóð serliga sterkur í framtíðarmyndini hjá venjaranum.
- Vit hava verið glaðir fyri báðar tveir. Martin Heinze og Christian Høgni Jacobsen hava verið við til at lyft felagið. Men eg gjørdi báðum greitt, at teir helst ikki fáa spælitíð í komandi kappingarári, sigur Flemming Christensen við heimasíðuna hjá AB.