Ungu kvinnurnar handan umhvørvisvinarliga ruskílatið DropBucket, eru tilnevndar Ársins Kvinnuligu Íverksetar 2014 av IVÆKST. Sum grundgeving fyri tilnevningina av DropBucket, verður ført fram, at tað er ótrúligt, at rusk kann vera nýtt sum ruskílat, sum í hesum førinum.
Til ber at síggja tey tilnevndu, og at greiða sína atkvøðu við at trýsta á her.
Tað eru tær báar, føroyska Heiða G. Nolsøe og danska Marie S. Berggren, sum reka DropBucket, ið upprunaliga byrjaði sum ein verkætlan undir teirra lesnaði á Danmarks Tekniske Universitet.
Síðani hevur gingið skjótt, við miðvísum arbeiði, at flyta seg inn á festivalmarknaðin í Danmark og Føroyum við sínum ruskílati, umframt at tær fyrr í ár vunnu Scanstar prísin fyri besta pakkitilfar í Skandinavia. DropBucket hevur eisini verið í finaluni í bæði VentureCup í 2012 og í Innovationprisen í 2013.
Varð útbúgvingarnýskipanin sett í verk, ímeðan Heiða og Marie vóru undir útbúgving, so ivast tær í, at tað hevði borið til at røkt lesnað og DropBucket samstundis. Tað kemur eisini at ávirka útlitini fyri teirra víðari útbúgving.
- Við útbúgvingarnýskipanini, sum verður sett í verk komandi summar, ynskja politikararnir, at fólk gera seg liðug við sína útbúgving skjótast gjørligt. Hetta setir okkum í ta tvístøðuna, at vit sostatt verða noyddar at velja millum fulltíðar lesnað ella fyritøkuna hjá okkum, sigur Heiða, sum ikki heldur tað vera gagnligt, at møguleikin fyri partstíðarlesnaði hvørvur.