- Tað er ikki bara Rósa Samuelsen, sum hevur ábrygdina av tí skilaloysinum, sum gongur fyri seg, men øll tey 20 samgongufólkini skulu standa til svars, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
Tingbólkurin hjá Tjóðveldinum hevur enn ikki viðgjørt málið um at hakka gjaldið hjá pensjónistum, sum búgva á sambýlum, við 2.000 krónum. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
- Vit taka sjálvandi undir við kritikkinum, sum Miðflokkurin førir fram. Hetta er ein gongd, sum hevur verið frá byrjan av hjá ABC samgonguni, at tá man hevur skulað spart, so er man farin eftir teimum veikastu bólkunum ? og nú var tað túrurin hjá pensjónistum á sambýlum,s igur Høgni Hoydal.
Høgni Hoyal vísir á, at vit eiga at plasera eina størri ábrygd hjá sjálvari samgonguni, tí hvør einasti samgongulimur, landsstýrislimur og løgmaður vistu av, at hetta var ein avleiðing av teirri fíggjarlóg, sum varð skrumblað ígjøgnum upp á eitt samdøgur.
Men hví hevur Tjóðveldi so ikki lagt eitt misálitisuppskot fram móti samgonguni?
- Vit hava fleiri ferðir verið klárir við einum misálitisuppskoti, men vit mugu alla tíðina meta um tað, tí tað sær út sum um hendan samgongan hevur einki mál uttan at halda saman og harvið halda ávísar flokkar uttanfyri, sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur, at eitt misálit bara gera tað, at samgongan fær ein felags fígginda og stendur enn sterkari saman.
- Men tað er einki dulsmál, at vit hava biðið samgongu og løgmann um at leggja frá sær, tí tað sum gongur fyri seg er so burtur úr vón og viti, at tað langtsíðani átti at verið steðgað, heldur Høgni Hoydal
Formaðurin hjá Tjóðveldinum sigur, at Miðflokkurin roynir at leggja trýst á fyri at fáa eina broyting í. Og tí tekur flokkurin udnir við, sigur hann, - og so fáa vit at síggja, hvat hendir.
- Men vit krevja, at teir politikarar, sum við lóg eru settir at hava ábyrgd av, hvussu fíggjarviðruskiftini og raðfestingarnar eru í samfelagnum standa til svars. Tað er ikki bara Rósa Samuelsen, tað eru øll tey 20 samgongufólkini, sum eru greið um hetta, og ikki minst eru tað løgmaður og fíggjarmálaráðharrin og landsstýrið alt sum er arkitektur aftan fyri tað, sum gongur fyri seg, sigur Høgni Hoydal.










