Ikki bert olja skal knýta okkum saman

Tað var ein vælupplagdur og avgjørdur Eyðun Elttør, sum fór á røðarapallin í stóru samkomuhøllini í Lerwick í farnu viku og vendi sær til meira enn 200 umboð fyri oljuvinnu, fiskivinnu, myndugleikar og ikki minst til sjálvan bretska starvsbróðurin, Stephen Timms, sum eisini hevði leitað sær ?longu? leiðina úr London til Lerwick.

Oljuráðstevna



Eyðun Elttør segði seg vóna, at orsøkin til at hann varð boðin við til oljuráðstevnu og 25 ára haldið fyri stovnanina av oljuhavnini Sullom Voe ikki bara var olja men meira fyri at menna verandi bond millum bæði fólkini. Hann vísti á orðini, ein møtir, tá man kemur til Lerwick, nevniliga ?Med Logum Skal Land Byggja?, eitt livandi prógv um felags upprunan. Meðan føroyingar hava livað við eini norðurlendskari siðmenning, hava hetlendingar verið partur av tí Anglo-Saxisku siðmenningini.

Hóast leiðirnar hjá báðum fólkunum hava gingið hvør sín veg, so setir nútíðarsamfelagið nýggj krøv til samfeløgini til eitt nú at sameina resursurnar til felags frama fyri hetta økið. Bæði oyggjasamfeløgini liva tætt við havið og eru livilíkindini nær tengd at, hvussu væl vit duga at fyrihalda okkum til havið og tess tilfeingi. Báðar tjóðir kenna ábyrgd fyri tilfeinginum og umhvørvinum og leggja seg eftir eini burðardyggari framtíð.

Hann vísti á, at tað eru gjørdar fleiri avtalur millum Føroyar og Hetland um mentan og vinnulív umframt flutning. Í hesum kjalarvørri kemur ferðavinnan, ein ídnaður, sum kann hava stóran týdning fyri samfeløgini. Elttør nevndi tí eisini Norrønu, sum er eitt gott dømi um eitt felags projekt, ið kann fáa stóran týdning fyri at knýta økini enn tættari saman. ?Eg vóni vit fara at síggja aðrar verkætlanir við, sum kunnu menna samvinnuna uppaftur meira.

Landsstýrismaðurin nevndi í hesum sambandi, at um tað eydnast at økja um handilssambandið millum londini kundi verið ynskiligt við føstum beinleiðis flogsambandi og vísti á, at hann sjálvur var komin við flogfari beinleiðis úr Føroyum til ráðstevnuna.

Um oljuvinnuna segði Elttør, at føroyingar eiga at kunna læra av hetlendsku royndunum. ?Vit hava kanska ymiskar siðir, mentan og bakgrund.Men vit eru bæði smá oyggjasamfeløg, vit eru bundin av einum reinum umhvørvi fyri fiskivinnuna og sum smátjóðir mugu vit eisini tryggja, at okkara umhvørvi ikki verður dálkað.

Eyðun Elttør helt tað vera sera umráðandi fyri føroyingar, áðrenn vit gerast oljutjóð, og tað gerast vit ein dag, legði hann dent á, at vit fáa góð ráð aðrastaðni frá. Hann greiddi so frá oljutilgongdini í Føroyum, sum hevur sannført føroyingar um, at oljuleiting tekur tíð. Landsstýrismaðurin segði seg hava hoyrt hetlendingar tosa um at fáa tí føroysku oljuna til Hetlands. ?Eg skilji væl, at tit leita eftir nýggjum kundum fyri at halda lív í oljuhavnini her. Men sambart føroyska lóg skal øll olja upp á land í Føroyum. Landsstýrið kann gera undantøk frá hesi lóg. Men tað er eitt mál, sum vit ikki vilja viðgera, fyrr enn vit hava gjørt eitt lønandi fund. Tað hevði ikki verið klókt av mær í løtuni at sagt tykkum, um tað er rætt at taka oljuna í land í Føroyum ella flyta hana til Hetlands. Tann avgerðin fer í stóran mun at byggja á búskaparligu støðuna og arbeiðsstøðuna í Føroyum til ta tíð eins væl og støddina á tí fundi, sum verður gjørt. Eisini oljuprísurin og onnur viðurskifti spæla inn. So míni ráð eru, at tit í Hetlandi mugu ikki fyritaka tykkum nakað í løtuni í hesum máli og bíðið við at taka eina endaliga støðu, til tíðin er tann rætta.

At enda nevndi hann 2. Útbjóðing. ?Tað er vón mín, at eg síðst í næsta ár kann bjóða út nýggj leitiloyvi á landgrunninum og at hetta fer at víðka um virksemi á landgrunninum.