Ikki beinbrot

Chelsea-viðhaldsfólk óttaðust tað ringasta, tá John Terry noyddist skaddur av vøllinum í stórdystinum móti Arsenal sunnudagin. Hetta eftir at hann fekk eina ógvusliga stempling í einum nærdysti við Emmanuel Eboue. Eftir dystin kundi Avraham Grant tó sissa viðhaldsfólkini nakað, tí talan er eftir øllum at døma ikki um beinbrot. – Hann hevur tað ikki tað gott í løtuni, men har er so einki staðfest. Vandi er tó fyri, at nøkur liðbond kunnu vera løstað, segði Avraham grant eftir dystin.