Ikki bara talv

Tað er ikki bara til telving, at alnetið verður nýtt í altjóða ítróttarhøpi

Millum áskoðararnar í Orbits leygardagin vóru eisini onkrir bridgespælarar at síggja, og hesir sýndu stóran áhuga í møguleikunum, sum alnetið hevur at bjóða.

Eins og talv er bridge nevnliga sera væl egnað til at spæla tvørtur um stórar fjarstøður via alnetið, og fyri stuttum hevur ein stór kapping verið, har vinnandi parinum varð tillutað atgongd til heimsmeistarahaeitið, sum verður seinni í ár.

Líkt er sostatt til, at alnetið gevur føroyingum bæði innan- og uttanlands nógv víðari ræsur, tá tað ræður um at finna sær mót- og viðleikarar.