Ikki bara sum at siga tað

Líkt er til, at tað er lættari sagt enn gjørt hjá kommununum at veita sínum borgarum reint drekkivatn

Staðfest er, at bakteriur eru í drekkivatninum í Haldórsvík, Langasandi, við Norðskála, Oyrarbakka og á Oyri.
- Fólk verða tí biðin um at kóka drekkivatnið, til nærri boð verða givin, sigur Sunda kommuna.
Herfyri vísti kommunan á, at nýtt reinsiverk er sett upp í Tjørnuvík, sum eisini er partur av Sunda kommunu.
- Samstundis er rokkið á málið, ið kommunan setti sær fyri í 2007 – at allar bygdirnar skulu hava reinsað vatn, sigur Sunda kommuna.
Men, tað er ivaleyst lættari sagt enn gjørt, tá talan er um reint drekkivatn.
Tað er fráboðanin, sum Sunda kommuna nú er komin við, eitt talandi dømi um.