Ikki bara Slash tekur feil

Í gjár tók Slash feila av United og City, men tað er hann ikki einsamallur um, tí enska fótbóltssambandið fekk herfyri 70.000 fløgg við skeivum navni. Tað er einki at siga til, at ein rockstjørna sum Slash av og á kemur at blanda tvey nøvn saman. Tað gjørdi hann, tá hann í gjár skuldi ynskja sínum liðið í Onglandi, Stoke, góða eydnu í FA Cup finaluni. Hann ynskti teimum góða eydnu móti Manchester United og ikki Manchester City, sum er mótstøðan í finaluni. Einki ilt um tað, og guittarleikarin, sum er best kendur frá tíðini í Guns N? Roses, var einki skjótur at rætta feilin.

 

Verri er tá enska fótbóltssambandið, FA, fær 70.000 fløgg fyri tilsamans 200.000,- krónur við skeivari áskrift. FA hevur sambært Dailymail bílagt 70.000 fløgg, sum skuldi deilast út til áskoðarnar á Wembley í dag. Men tað vísur seg nú, at tað á fløggunum er prentað skeiv nøvn á. Á Stoke fløggunum stendur at teir spæla móti Manchester United, meðan tað á Manchester City fløggunum stendur at teir spæla móti Bolton.

 

Parturin á flagginum har skeivu nøvnini eru prentaði á, eru nú kliptir av og FA hevur fingið tey aftur. Sum skilst, so lá feilurin hjá fyritøkuni, ið hevði gjørt fløggini og ikki hjá FA.