Tað er ikki bara tað skandinaviska flogfelagið SAS, sum er í so stórum fíggjartrupulleikum, at tað noyðist at repa seglini, fyri at virksemið kann halda fram.
Spanska felagið Iberia er eisini í trongstøðu, og í dag frættist, at felagið noyðist at fremja stórar spaningar og broytingar. 15 prosent at verandi rutum verða niðurlagdar næsta ár, og tað hevur við sær, at 25 av flogførum felagsins vera sett. Av teimum 20.000 starvsfólkunum fáa umleið 4.500 sekkin.
Leiðslan í Iberia sigur, at sum er hevur felagið meiri enn 12 milliónir krónur í halli hvønn einasta dag.









