Ikki bara Pan Fish

Pan Fish er ikki tann einasta norska fiskivinnufyritøkan, sum hevur fíggjarligar trupulleikar at dragast við.

Í gjár kunngjørdi ein onnur stór fyritøka, Fjord Seafood, at hon hevði 115 milliónir krónur í halli í apríl ársfjórðingi. Sama ársfjórðing í fjør var hallið 86 milliónir krónur.

Leiðslan í Fjord Seafood sigur, at hon fer at siga 10 prosentum av starvsfólkinum upp, og saman við øðrum tiltøkum er ætlanin at spara millum 60 og 70 milliónir krónur í rakstrinum.