Ikki bara grenja, Jógvan

   

Heðin Mortensen
formaður í mentamála-nevndini í Tórshavnar kommunu
????

Í staðin fyri at vísa á tað positiva, sum er hent innan barnaansingarøkið, heldur Jógvan Arge fram við síni negativu skriving, líkt eini grátikonu.
Hann og hansara fólk kunnu ikki góðtaka, at sitandi samgonga í býráðnum hevur megnað at bygt ansingarstovnar og soleiðis loyst allan tørvin.
Hetta er hent bæði við og uttan hjálp frá Jógvan Arge, tí veruleikin er tann, at hann hevur atkvøtt ímóti ávísum ansingarstovnum, sum eru bygdir.
Jógvan Arge vísir eisini við síni skriving á, at hann eftir fýra ár í býráðnum framvegis ikki kennir vanligar mannagongdir innan býráðsarbeiði.
Tað stendur rimmarfast, og tað kunnu allir nevnarlimir í mentamálanevndini og umsitingini vátta, at Jógvan Arge hevur fingið øll tøl og ætlanir um regulering á barnaansingarøkinum fyrilagt á fundi í menta-málanevndini í sam-bandi við fíggjarætlanina.
Men framvegis leggur hann umsitingina og meg undir at siga ósatt. Tí fær niðurstøða mín ikki verið onnur, enn at Jógvan Arge hevur ikki bara sovið í tímanum ? hann hevur snorksovið.