Ikki bara gott

Dreymurin, sum nú tykist verða veruleiki, kann skjótt vísa seg at verða ein marra, um vit møta eitt nú Wales, ella enda í bólkinum uttan lið úr veikasta styrkisbólki

Føroyar flyta eftir øllum at døma úr veikasta í næstveikasta styrkisbólkin, tá liðini skulu styrkismetast í samband við lutakastið til komandi HM-undankapping. Sostatt kunnu vit møta londum sum San Marino, Malta og Luksemburg, sum vit jú hava góðar royndir ímóti.

Men veruleikin er ikki bara ljósareyður, tí eru vit óheppin til næsta lutakastið, so er lítið vunnið við at flyta ein bólk upp. Í lægsta styrkisbólkinum eru eisini lond sum Wales og Ísland, sum hava munandi sterkari landslið enn vit. Hetta hóast úrslitini hjá londunum báðum ikki hava verið til vildar tey bæði seinastu árini.

Møta vit øðrum av hesum liðunum verður uppgáva okkara ómetaliga trupul.

Ein annar møguleiki er, at Føroyar eru veikasta liðið í bólkinum, hóast vit ikki eru styrkismett millum tey veikastu. Tað kann koma fyri, tí til næstu HM-undankapping verða tilsamans níggju bólkar. Átta við seks londum og ein við fimm. Bólkurin við fimm londum hevur einki lið úr lægsta styrkisbólki. Sostatt verður veikasta liðið í bólkinum tað, sum kemur úr næstveikasta styrkisbólkinum, sum Føroyar eru partur av. Soleiðis kann tað enda við, at vit ikki møta veikari mótstøðu og so eru lítið vunnið.


rolant@sosialurin.fo